PBC Logo

Starvslýsing

Maskin verkfrøðingur / byggi verkfrøðingur

Vegna nógv økt virksemi, verður hervið søkt eftir verkfrøðingum til prosjekterings- og eftirlitsarbeiði innan fyri:

  • HVS-skipanir
  • Orkusparandi tiltøk
  • Inniklima simuleringar
  • Maskin tekniskar installatiónir
  • Fjarhitaskipanir
  • Vatnveitingar v.m.

Umsøkjarar sum hava 3-5 ára starvsroyndir í einum ella fleiri av omanfyri nevndu arbeiðsøkjum hava fyrimun, men sóknast verður eisini eftir nýútbúnum verkfrøðingum.

Vit vænta at tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur innan maskin ella byggi- verkfrøði. Hevur góð samstarvsevnir, ert jalig/ur, ert ágrýtin og hevur lætt við at læra nýggj ting, klárar at arbeiða sjálvstøðugt.

Umsøkjarin skal helst hava førleika í forritum sum Revit og MagiCad.

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving, royndum og annars eftir avtalu millum partarnar.

Nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri framman at loysa og tískil er best at tú kanst byrja skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Pætur Húsgarð, tlf +298 23 82 00 ella teldupost ph@pbc.fo

Umsóknarfreistin er 17.06.2024

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

_ _ _

PBC er ráðgevandi verkfrøðisvirkið. Felagið veitur ráðgeving innan HVS-skipanir, orkusparandi tiltøk, frysti og køliskipanir, vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakkskipanir, fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir, køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu.

Felagið hevur luttikið í nógvum spennandi verkætlanum seinastu árini, sum t.d. projektering av uppisjóvarvirkjum, fleiri størri skúlum, bankabygningum, hotellum, skrivstovubygningum, stadion, svimjihallum, ellisheimum, orkuverkum, brennistøð v.m. Felagið arbeiðir eisini nógv við orkusparandi tiltøkum, og við endurnýtslu av orku á virkjum v.m.

Felagið heldur til í egnum hølum á R.C. Effersøes gøtu 24, við øllum hentleikum sum hoyra til eina nýmótans teknistovu.

Stórur dentur verður lagdur á at starvsfólkini hava eina dagførda vitan, og starvsfólkini javnan eru á skeiði í samband við eftir- útbúgvingar. Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvið, har skipa verður javnan fyri hugna tiltøkum v.m. 

Felagið er limur í Foreningen af Rådgivende Ingeniører F.R.I.